Kappróður

Eingin barnaróður í dag

Fyrst varð róðurin útsettur vegna veður, men nú er avgjørt at avlýsa hann í dag, sigur Róðrarsambandið.

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-07-17 13:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Orsakað av nógva vindinum boðaði Róðrarsambandið á middegi frá, at barnaróðurin á Vestanstevnu var útsettur fyribils. Nú er tó avgjørt at avlýsa barnaróðurin í dag, verður sagt.

Á Facebook skrivar Róðrarsamband Føroya soleiðis:

Dómaratoymið og nevndarumboð hava avgjørt at avlýsa barnaróðurin í dag, vegna veður.

Fylgið annars við her á síðuni.

Barnaróðurin skuldi annars byrja klokkan 12.45.

Kunnað verður nærri um róðrarnar á Facebooksíðuni hjá Róðrarsambandinum.

Dagførd kl. 13.28

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder