
KÍF hevði møguleikan at klintra upp á triðjaplássið í gjárkvøldið í sínum síðsta landskappingardysti í ár, men til tess kravdist ein sigur á oddaliðnum SÍ. Hóast KÍF tapti 3-0, restaði kortini lítið í, at KÍF vann, tí KÍF var á odda seint í øllum trimum settunum, men tá settini skuldu avgerast, var SÍ tað hvassari.
Eftir at hava elt SÍ fyrra partin av fyrsta setti, javnaði KÍF til 16-16 og fór framum 23-20, men so kom stígur í, og SÍ vann tey stigini sum vóru eftir, og settið 25-23. Serliga Henrikka Wang Jacobsen hjá SÍ var óstýrilig á vinstra kanti hesa løtuna og vann tey síðstu fýra stigini við trimum smassjum og einum blokki.
KÍF spældi seg aftur í góða støðu í øðrum setti, tá tað fór frá 13-13 upp á 18-14 og síðan 20-16. Men aftur kom stígur í, og SÍ javnaði til 20-20 og fekk tveir settbóltar við støðuna 24-22. KÍF-venjarin Arthur Djurhuus Poulsen tók leikbrá og fýltist á, at leikararnir vóru farnir í panikk og bað teir heldur geva alt teir áttu.
Tað gjørdi Elsa Samuelsen við smassji og síðan javnaði Milja Silvansdóttir til 24-24 við serviessi. Tað rakk kortini ikki hjá KÍF, tí Sissal Ellefsdóttir hjá SÍ sló í blokkin og út, og síðani var Henrikka aftur upp á spæl á vinstra kanti og sló settbóltin niður ímillum millum blokkin og netið til 26-24.
Enn bar til hjá KÍF at fáa fatur í bronsuni, sum nú “bara” kravdi ein 3-2 sigur, og eftir eina trilvandi byrjan upp á triðja sett fótaði KÍF sær og legði seg á odda 17-13 og 20-16. KÍF var eisini á odda 23-20, men so var tað sum at uppliva eina endursending frá fyrsta og øðrum setti, har alt stríðið hevði verið til fánýtis, tí KÍF vann einki stig aftrat, og við einum serviessi gjørdi Janna Falkvard tað til 25-23 til SÍ.
Harvið eigur Mjølnir framvegis bronsumerkini, men TB hevur enn møguleikan at taka tey til Suðuroyar, men tað krevur, at TB fær tvey stig í síðsta dystinum ímóti Fleyr leygardagin.
Sigurin hjá SÍ merkti eisini, at sørvingar enda ovast í landskappingini, og fáa heimavøll í fyrsta finaludystinum ímóti Fleyr og aftur í einum møguligum triðja finaludysti. Spælt verður best av trimum dystum.
Tó verður heimavøllurin hjá SÍ ikki í lítlu høllini í Sørvági. Ikki er greitt enn, hvar SÍ ístaðin fer at hava heimavøll.
Støðan í Hotel Djurhuus-deildini:
SÍ 36 stig
Fleyr 32 stig
Mjølnir 21 stig
TB 20 stig
KÍF 20 stig
Dráttur 0 stig
SÍ, Dráttur, Fleyr og TB hava ein dyst eftir at spæla áðrenn finaluumfarið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald