KÍ skal um eina løtu spæla seinna dystin í 1. umfari í Europa League. Dysturin er ímóti FK Riterai úr Litava, og hann verður leiktur á Svangaskarði.
Tað stendur á jøvnum 1-1 eftir fyrra dystin, og tí er stórur spenningur undan dystinum á kvøld. KÍ hevur í løtuni fyrimunin við útivallarmálinum.
Tað verða teir somu ellivu, ið mannað liðið hjá KÍ frá byrjan, sum tað var í Vilnius. Mikkjal Thomassen hevur valt hesar til stóru uppgávuna:
(4-4-2): Kristian Joensen - Jóannes Kalsø Danielsen, Jesper Brinck, Deni Pavlovic, Ísak Simonsen - Jóannes Bjartalíð, Semir Hadzibulic, Jákup Biskopstø Andreasen, Boris Dosljak - Patrik Johannesen, Simen Sandmæl.
Á bonkinum er Darius Lewis valdur frammum Magnus Stamnestrø. Eykamálverjin hevur nógvar royndir við at koma víðari í Evropa við Víkingi. Meinhardt Joensen er skaddur, so málmansvenjarin hjá KÍ, Geza Turi er á bonkinum sum leikari eisini.
Europa League 1. umfar, seinni dysturin
16.07, kl. 18.00 á Svangaskarði
KÍ (1) - FK Riterai (1)
Vit dagføra støðuna í dystinum hava myndir og samandrátt frá dystinum og fáa viðmerkingar aftaná. Til ber at síggja dystin á Televarpinum við at keypa hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald