
Seinna hálvfinalan millum B68 og EB/Streym varð fyri stuttum framskundað, tí FSF brádliga setti EB/Streym at spæla móti KÍ 27. september. Bríkslast skuldi í gongd á Svangaskarði klokkan 17 í kvøld.
Nú er greitt, at nýggj dagfesting aftur má finnast til dystin. Upphiting og annað koyrdi í nógva vindunum, men dómartoymi noyddist at ásanna, at bólturin fæst ikki at liggja stillur.
Í slíkum førum eigur ikki at verða spælt, og Jóhan Hendrik Ellefsen staðfesti fyri FM1, at tað ikki er veður at spæla fótbólt á Svangaskarði í kvøld.
Nú skal Kappingarnevndin finna nýggja dagfesting. B68 vann fyrru hálvfinaluna síðst í juni 3-0.
Mynd: Jens Kr. Vang
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald