Stjørnan bjóðaði veruliga favorittunum úr Hoyvík av í fyrstu hálvfinaluni, sum var í Klaksvík mikukvøldið. Eitt mál skilti partarnar, og liðini høvdu als ikki trupulleikar við at skora mál.
Í dag var støðan øðrvísi. H71 kundi tryggja sær finalupláss við sigri, og tær á heimaliðnum tyktust sera uppsettar upp á at avgerða tingini í dag. H71 var á odda 5-1, tá Stjørnan tók leikbrá eftir fýra og ein hálvan minutt. Hesa fyrstu løtuna skoraði heimaliðið fleiri kontramál, og Maria Halsdóttir Weyhe kom eisini heilt væl inn í dystin og skeyt nógv mál, eins og
Stjørnan fekk munin niður á minus eitt, men H71 streyk skjótt avstað aftur. Um miðjan fyrra hálvleik kom Jana Mittún eisini av álvara í gongd við málskjótinga, og skoraði hon samanlagt heili 11 mál. Stjørnan royndi annars at ansa væl eftir Janu og royndi eisini at gera tillagingar í millum annað miðjverjuni, men tað hjálpti ikki, og bjargingar manglaðu eisini.
Stjørnan royndi at halda Janu Mittún...
...og Mariu Halsdóttir Weyhe. Tað eydnaðist tó samanlagt ikki væl
Sum vant bjóðaði Tóra Eliasen ferð eftir ferð verjuni av (Myndir: Sverri Egholm)
Fleiri myndir frá dystinum síggjast her
Heimaliðið var uttan Lív Zachariasen, sum er føst í miðverjuni og ger stóran mun har. Lukka Arge spældi tó ein góðan dyst undir liðuni á Vár Zachariasen. Hesaferð hevði H71 sum heild betri tak á í verjuni, har millum annað Tóra Eliasen fekk størri mótspæl, hóast hon framvegis spældi ein góðan dyst. Sonja Sirdal á Bergi fekk ikki eins nógv burturúr sum í Klaksvík móti Janu Mittún, men var hon eisini darvað nakað av beklingini mikukvøldið.
Brynhild Pálsdóttir hevði skaða í fótinum og var ikki við. Ístaðin spældi Karin Egholm á høgra vongi størsta partin av dystinum. Eins og heilt ungi vongurin hinumegin, Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, spældi hon ein heilt góðan dyst.
Sum heild fleyt álopsspælið hjá H71 heilt væl. Nógv ferð var á, og eftir eina góða byrjan í seinna hálvleiki var allur ivi burtur. Hoyvíkskvinnur lidvu væl og virðiliga upp til favorittleiklutin og skulu spæla FM-finalur móti Kyndli ella Neistanum - tann fyrsta finalan verður í næstu viku.
Anna Eliasabeth Weyhe skorar eitt av sínum fimm málum (Mynd: Sverri Egholm)
Karin Egholm skoraði eisini fimm mál - her fegnaðist toppskjúttin Jana Mittún saman við henni (Myndir: Sverri Egholm)
H71 skal næstu vikurnar spæla fyri greipuni (Myndir: Sverri Egholm)
FM-hálvfinalur
Leygardagin 22.04 - hálvfinala 2 í Hoyvíkshøllini
H71 - Stjørnan 38-29 (21-15)
Toppskjúttar (H71): Jana Mittún 11 mál, Maria Halsdóttir Weyhe 7 mál
Toppskjúttar (Stjørnan): Julia Nalivko 10 mál, Tóra Eliasen 8 mál
Sí dómaraseðil her
Dystargongdin:
5.min: 5-2
10 min: 7-5
15 min: 11-6
20 min: 15-10
25 min: 18-13
35 min: 24-18
40 min: 29-19
45 min: 31-21
50 min: 34-25
55 min: 34-27
Útvísingar:
H71: 2
Stjørnan: 2
Í morgin, sunnudagin 23.04 - hálvfinala 2
15.00: Kyndil (1) - Neistin (0)
Hondbóltur
Eingin ivi í Hoyvíkshøllini
H71 spældi ógvuliga góðan hondbólt, Stjørnan fekk ikki vart fyri og kom ikki til eins nógv frí skot sum í fyrstu hálvfinaluni. H71 skal í næstum spæla FM-finalur móti Kyndli ella Neistanum.
H71 var greitt omaná allarstørsta partin av hálvfinaluni í Hoyvík. Karin Egholm var ein av ungu spælarunum, sum skaraði framúr (Mynd: Sverri Egholm)
2023-04-22 16:41
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald