Fótbóltur

Eingin nýggj NSÍ-sensatión í Sveis

Uttan spælarar sum Meinhard Egilsson og Petur Knudsen, var NSÍ leingi á veg móti góðum úrslit, men 2-0 málið í 80. minutti kann gera, at brekkan verður ov brøtt næsta hósdag.

NSÍ skal nú vinna við tveimum málum í Klaksvík um eina viku fyri at hava møguleika at koma til røkkstøkkumfari. Filip Drinic var tann triðji miðverjin hjá NSÍ í dag (Mynd: Sverri Egholm)

NSÍ skal nú vinna við tveimum málum í Klaksvík um eina viku fyri at hava møguleika at koma til røkkstøkkumfari. Filip Drinic var tann triðji miðverjin hjá NSÍ í dag (Mynd: Sverri Egholm)

2026-08-06 22:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir fyrra dystin í 3. umfari í Conference League er greitt, at NSÍ skal royna at gera sum í 2. umfari í seinna dystinum – við øvugtum fortekin: Venda 0-2 til víðari luttøku á heimavølli.

Liðið hjá Sigurði Ragnar Eyðjólfsson tapti fyri HB mánakvøldið, tá liðið sá merkt út av harða dystinum í Slovenia. NSÍ hevði bert fýra útispælarar á bonkinum í Sveis, harav tveir 17-ára gamlar spælarar, og skifti bert tvær ferðir út - seint í dystinum.  Meinhard Egilsson Olsen fór út við skaða móti HB, og Petur Knudsen hevði leikbann í dag.

Hetta merktiskt. NSÍ hevði í fleiri løtum torført við at varðveita bóltin móti Lugano og at hótta við ferð og beinleiðis ein ímóti einum spæli, og vantaði eisini yvirskot í løtum.

Tó so fekk útiliðið vunnið seg í nakrar fínar: Størsta møguleikan hevði fremsti evropeiski málskjúttin hjá NSÍ, Michal Przybylski, tá hann stútaði gott hornasparksinnlegg frá Jann Benjaminsen framvið.

Men tað var Lugano, ið sat á tí mesta og legði lunnar undir sigurin í 7. minutti. Tá sló ungi sviin Elias Pihlström til.

Heimaliðið hevði síanar møguleikar, men antin var Tom Amos fyri sum aftasti skansi, ella vísti verjan við Viljormi Davidsen og Daniel Obbekjær á odda, støðunum aftur.

Filip Drinic var í dag tann triðji miðverjin: NSÍ var farið til 5-4-1. Sviin hevur annars spælt á bakkinum seinastu tíðina. Sammy Skytte var fremsti maður, men hetta riggaði bert í løtum: Danin stóð annars óguvliga sterkur í myndini á miðvøllinum í Slovenia, tá Emil Weihe Joensen hevði leikbann.

Tá tíggju minuttir vóru eftir, gekk ikki meira. Heimaliðið spældi skjótt og væl gjøgnum keturnar hjá NSÍ, og 2-0 málið ger, at sveisiska liðið nú hevur góðan fyrimun undan dystinum í Føroyum. Útiliðið avrikaði annars væl í stórum løtum, eftir umstøðunum at døma, men Lugano var tað betri - sum eitt av fremstu liðunum í Sveis eisini helst "skal" vera.

3. umfar í Conference League, fyrri dysturin
Hósdagin 6. august
Lugano - NSÍ 2-0 (1-0)
7' Elias Pihlström 1-0
80' Kevin Behrens 2-0

NSÍ (5-4-1/3-4-3): Tom Amos - Alex Freyr Elisson, Filip Drinic, Daniel Obbekjær, Viljormur Davidsen (L), Jann Benjaminsen - Marius Kryger Lindh (85' Markus Klein Danielsen), Emil Weihe Joensen, Beinir Nolsøe, Michal Przybylski - Sammy Skytte

Sí meira um dystin her

Seinni dysturin millum NSÍ og Lugano verður spældur í Klaksvík um eina viku, hósdagin 13. august, klokkan 18.30. Samstundis sum KÍ spælir Europa League-dyst móti Lech Poznan á Tórsvølli.

Sí eisini: KÍ kemur aftur til Føroya við brúkiligum fyritrytum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder