Í Tórshavnar kommunu eru tey ikki nøgd við at hondbóltslandsliðið má til Danmarkar at spæla landsdystir ið áttu at verða spældir í Føroyum. Tí fer býráðið nú at taka málið um stórhøll upp og viðgera tað nágreiniliga. Fyrstu varligu fetini verða tí tikin til at fyrireika málið, til at finna útav hvat tað kemur at kosta, og hvar høllin skal byggjast, sigur Annika Olsen, borgarstjóri, við KVF.
Ætlanin er vinnufyritøkur, fíggjarstovnar og landsstýrið skulu verða partur av arbeiðinum.
- At fleiri vóru um at lyfta tílíka uppgávu hevði bara verið ein win-win støða, sigur Annika Olsen.
Annika Olsen vónar tí at tílíkir partar síggja møguleikarnar í einari tílíkar ætlan til frama fyri alt landið.
Ein stórhøll fær tó ikki fremstu raðfesting. Annika Olsen sigur, at grundleggjandi vælferðartænasturnar til tey eldru og dagstovnar er fremst á skránni og at langhylurin er eisini settur í gongd, og at tí má stórhøllin bíða eitt sindur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald