Fótbóltur

Eingir útiáskoðarar til landsdystir

Orsakað av koronastøðuni í Evropa, sleppa útlendskir áskoðarar ikki til HM-undankappingardystir í september, og hevur hetta m.a. við sær, at tey 600 atgongumerkini, sum vórðu eyðmerkt til danir til dystin 4. september, nú verða seld til føroyingar.

(Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

(Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

2021-08-11 15:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Orsakað av vaksandi smittutalinum í Evropa, hava FIFA og UEFA avgjørt, at útlendskir áskoðarar ikki sleppa til HM-undankappingardystir í september. 

Føroyar hava tríggjar heimadystir á Tórsvølli í september móti Ísrael, Danmark og Moldova, og nú er greitt, at bert føroyingar sleppa til teir dystirnar.

Í gjár boðaði Fótbóltssamband Føroya frá, at fleiri atgongumerki til dystirnar verða sett til sølu, og at Tórsvøllur helst verður fullsettur í september.

Til dystin millum Føroyar og Danmark 4. september vórðu 600 atgongumerki annars sett av til danskar fótbóltsfjepparar, og í juni boðaði danska fótbóltssambandið frá, at øll hesi atgongumerkini vóru seld.

Avgerðin hjá FIFA og UEFA merkir tó, at hesi 600 kortini ikki sleppa inn á Tórsvøll, og sostatt sleppa 600 fleiri føroyingar at uppliva dystin á Tórsvølli.

– Vit høvdu ikki væntað nógvar áskoðarar frá Ísrael ella Moldova, meðan danska fótbóltssambandið, DBU ynskti umleið 600 atgongumerki, sum bleiv teimum játtað. Men nú eru boðini frá FIFA og UEFA, at vegna korona sleppa vit ikki at selja atgongumerki til áskoðarar hjá vitjandi liðnum. Hinvegin, so hevur hetta við sær, at nú fáa vit fleiri føroyskar fjepparar á Tórsvølli, og tað gleðast vit sjálvandi um, sigur varaaðalskrivarin hjá Fótbóltssambandi Føroya, Kristin Dam Ziska, við heimasíðuna hjá FSF.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder