Við blandaðum veðri millum vælkendan landsynning og veruligt suðurlendskt veðurlag vórðu Oyggjaleikirnir settir í gongd um vikuskiftið.
Signhild V. Johannesen, varaborgarstjóri og forkvinna í Mentanarnevndini, umboðar Klaksvíkar kommunu á Oyggjaleikunum á Gibraltar, har hon serliga fylgir luttakarunum úr okkara øki. Hon er ikki einsamøll, tí einir 60 norðoyingar eru komnir at fylgja við leikunum, haðani luttakarar eru í judo, frælsum ítrótti, badminton, kurvabólti og svimjing.
Hæddarpunktið hjá Singhildi higartil var seinnapartin í gjár í judo-høllini, har Maiken Bringsberg vann bronsu í kappingini fyri kvinnur, sum viga minni enn 52 kg. Dystirnir hjá henni vóru sera tættir, og kenslurnar vóru uttan á hjá teimum flestu, tá hon í tveimum førum avgjørdi dystir til sín fyrimun, tá tíðin í grundini var farin, skrivar Klaksvíkar kommuna.
Fyrradagin varð ein partur av degnum brúktur á nýgjørda økinum til frælsan ítrótt, har millum onnur Julian Gregersen, Maria Biskopstø og Oddvør Josephsen runnu innleiðandi og vóru sera stutt frá finaluplássum. Fylgt var eisini við liðkappingini í badminton, har Lena Maria Joensen er partur av hópinum, sum í gjár vann seg víðari til hálvfinaluna og í løtuni stríðist fyri einum bronsuheiðursmerki í dysti ímóti liðnum av Man.
Umstøðurnar á Gibraltar eru sum heild góðar, hóast onkrir leikvallir eru merktir av at hava nógv ár á baki og onkrir ikki eru heilt lidnir. Tað er lítið at ivast í, at fleiri kappingar á einum komandi Oyggjaleikum í Føroyum, kundu verið spældar í Klaksvík, bæði tá hugsað verður um verandi umstøður og útbyggingini av ítróttarøkinum sum heild við rennibreyt, nýggjum vølli og betran av verandi umstøðum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald