Longu ein tíma undan dystinum var at kalla fult í bygdaskýlinum, B36-húsinum og í HB-húsinum. Sera stórur áhugi at síggja sonevndu “FM-finaluna” millum B36 og KÍ, sum var avgerandi fyri um meistaraheitið skuldi til Havnar ella til Klaksvíkar.
![]()
B36, sum hevði heimavøll og fekk allar inntøkurnar frá dystinum sigur nú, at eini 6000 fólk vóru til staðar í Gundadali í gjár. Helst er alt ikki talan um gjaldandi áskoðarar, men hóast tað man hetta teljast millum størstu áskoðarafjøld sum hevur verið í Føroyum.
Undan dystinum leitaði heimasíðan bolt.fo ymisk tøl fram. Til FM-finalu millum HB-KÍ í 1972 vóru 3450 gjaldandi áskoðarar. Í finaluni um løgmanssteypið í 2016 millum Víking og KÍ vóru 4652 gjaldandi áskoðarar.
![]()
KÍ vann sum kunnugt dystin 3-0 og tryggjaði sær harvið meistaraheitið 2019. Hetta var fyrstu ferð í 20 ár, at KÍ vinnur Føroyameistaraheitið.
Hoyr og síggj gullprát við glaðar KÍ-leikarar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald