Fótbóltur

Einki felag hevur fingið fleiri stig enn KÍ

Við sjeynda sigrinum á rað hevur er KÍ nú ájavnt metið fyri flest stig fyri fyrsta triðingin í landskappingini.

Mynd: KI.fo

Mynd: KI.fo

2019-05-14 12:04 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tá KÍ í gjár vann sín sjeynda sigur á rað í Betri deildini hjá monnum, kom liðið ájavnt metið fyri flest stig eftir ein triðing av landskappingini.

KÍ vann 1-0 á Skála, sum merkir at KÍ hevur 23 stig eftir níggju dystir. Einki lið hevur nakrantíð havt fleiri stig, tá ein triðingur av landskappingini er spældur.

Trý lið hava fyrr megnað at hava 23 stig eftir ein triðing, og øll trý gjørdust føroyameistarar. Fyrsta liðið var EB/Streymur, sum í 2008 megnaði hetta. Sundalagsmenn vunnu tá landskappingina við 55 stigum. HB megnaði tað sama í 2013 og vann kappingina við 54 stigum. Og síðani var tað B36, sum í 2014 endurtók bragdið og vann landskappingina við 61 stigum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder