2024-05-26 13:43
Føroyski rógvarin Sverri Sandberg Nielsen endaði á einum fjórða plássi í A-finaluni í einskullara hjá monnum, sum varð avgreidd í Lucerne fyri løtu síðani.
Tað var niðurlendski Simon van Dorp, sum varð fyrstur á mál við tíðini 6.48.29. Beint í hølunum á honum var heimsmeistarin úr Týsklandi, Oliver Zeidler, ið hevði tíðina 6.49.33.
Triðja plássið tók Yauheni Zalaty, sum kappaðist undir uttanvaltaðum flaggi. Hann hevði tíðina 6.55.20. Sverri kom á mál fýra sekund seinni, við tíðini 6.59.82, og síðstur á mál var bulgarski Kristian Vasilev við tíðini 7.01.99.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald