Fótbóltur

Einki óvæntað úrslit í Champions League í kvøld

Tottenham og Manchester City vunnu stórt á heimavølli, meðan Juventus vendi 0-1 til 2-1 stutt fyri tíð.

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2019-10-22 22:07 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Triðja umfar í Champions League bólkaspælinum var á skránni í kvøld, har átta dystir vóru leiktir.

Á Tottenham Hotspur Stadium reisti Tottenham seg aftur, eftir nøkur ring úrslit, har teir millum annað taptu 2-7 móti Bayern í øðrum umfarið í Champions League, tá teir í Kvøld vunnu stórt á Reyðu Stjørnu úr Serbia.

Tað byrjaði væl fyri Spurs, tá Harry Kane longu eftir níggju minuttir legði teir á odda. Sjey minttur seinni økti Son Heung-Min til 2-0, og beint fyri hálvleik skoraði hann eisini til 3-0. Í seinna hálvleiki fekk Tottenham tvey mál afturat, har fyrst Erik Lamela skoraði til 4-0, og síðani Harry Kane til endaliga úrsliti 5-0    

Á Heimavølli kom Manchester City afturum ímóti Atalanta, tá Rusian Malinovsky skoraði fyri gestirnar eftir 28 minuttir, men tað helt ikki leingi hjá Atalanta, tí Sergio Aguero syrgdi við tveimum málum fyri at City fór til hálvleik við eini 2-1 leiðslu. Í seinna hálvleiki setti City tingini uppá pláss, tá Raheem Strerling skoraði “hattrick”. Manchester City hevur eftir 5-1 sigurin í kvøld fult stigatal í bólkaspælium.

Juventus var í trupulleikum á heimavølli, tá Lokomotiv Moskva var á vitjan. Gestirnir fóru til hálvleik við 0-1 leiðslu við málið frá Aleksey Miranchuk. Men trettan minuttin fyri tíð javnaði Paolo Dybala fyri Juventus, og tveir minuttir seinni var hann aftur á blettinum og skoraði til 2-1.


Bólkur A:
Club Brugge – PSG 0-5
Galatasaray - Real Madrid 0-1  

Støðan:
PSG 9
Real Madrid 4
Club Brugge 2
Galatasaray 1


Bólkur B: 
Olympiakos - Bayern Munchen 2-3
Tottenham - Reyða Stjørna 5-0

Støðan:
Bayern Munchen 9
Tottenham 4
Reyða Stjørna 3
Olympiakos 1


Bólkur C:
Shakhtar - Dinamo Zagreb 2-2
Manchester City – Atalanta 5-1

Støðan:
Manchester City 9
Dinamo Zagreb 4
Shakhtar Donetsk 4
Atalanta 0

Bólkur D:
Atletico Madrid – Leverkusen 1-0
Juventus - Lokomotiv Moskva 2-1

Støðan:
Juventus 7
Atletico Madrid 7
Lokomotiv Moskva 3
Bayer Leverkusen 0

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder