HSF: Seinni dysturin dysturin millum U15-genturnar hjá Føroyum og Íslandi var meinlíkur tí fyrra. Meðan Ísland vann við 4 í gjár, gjørdist úrslitið í dag 23-17, eftir hálvleiksstøðuna 15-10 til Ísland.
Dysturin gekk javnt á fyrstu løtuna og var støðan 5-5 eftir fyrstu 10 minuttirnar. Næstu løtuna gjørdi føroyska liðið ov nógvar tekniskar villur og fingu tvær útvísingar. Føroyska liðið brendi eisini trý brotskøst hesa løtuna. Hetta gjørdi at Ísland legði seg á odda og øktu tær um leiðsluna fram til hálvleiks. Hálvleiksstøðan var 15-10 til Íslands.
Føroyska liðið stóð seg heldur betri í seinna hálvleiki, sum tær taptu við einum máli. Anna Jákupsdóttir kom inn og gjørdi tað væl í føroyska málinum saman við verjuni, sum stóð betri.
Samanumtikið bleiv talan um tveir gevandi landsdystir fyri føroyska liðið, sum royndi seg á fyrsta sinni. Íslendska liðið hevði tó munin í kropsstyrki og hevði sterkari breidd.
Føroysku genturnar skulu til sína fyrstu altjóða kapping næsta summar, tá tær skulu spæla European Open í Svøríki.
Málskjúttar hjá Føroyum:
Lý Magnussen 6
Amilia Agnarsdóttir 4
Anna á Borg 2
Bára í Innistovu 2
Anna Katrina Poulsen 1
Vár Leo Mortansdóttir 1
Martha Thorsen 1
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald