Fótbóltur

Eitt fet nærri víðari luttøku

Føroyar eru á odda við sjey málum móti Lettland í steðginum í avgerandi dystinum í hesum HM-undankappingarbólkinum, eftir eina frálíka seinnu hálvu av fyrra hálvleiki.

Jónas Gunnarson Djurhuus hevur verið vælleikandi í fyrra hálvleiki (Mynd: Sverri Egholm)

Jónas Gunnarson Djurhuus hevur verið vælleikandi í fyrra hálvleiki (Mynd: Sverri Egholm)

2022-01-16 18:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska manslandsliðið í hondbólti er í løtuni ávegis til næsta stig í HM-undankappingini. Neyðugt er við sigri á Lettland, og í løtuni liggur tað ógvuliga væl fyri hjá liðnum hjá Peter Bredsdorff-Larsen.

Fyrsta korterið leikaði javnt á. Føroyski verjuparturin hevði nakrar trupulleikar, og Lettland hevur millum annað vunnið heldur nógv brotsskøst og fingið strikuspælið at rigga væl. Men Peter Krogh og Teis Horn Rasmussen hava spælt ógvuliga væl í miðverjuni seinasta korterið og samanlagt hava føroyingar bara verið omaná.

[object Object]
Kjartan Johansen hevur skorað uppá allat sínar tríggjar málroyndir (Mynd: Sverri Egholm)

Álopið hevur koyrt væl, har Jónas Gunnarsson Djurhuus hevur verið mest eyðsýndir - bæði sum spælskipari og málskjútti - men har er ógvuliga góð breidd á. Millum annað hevur Leivur Mortensen verið tryggur á vinstra vongir. Hoyvíkingurin hevur spælt sínar fyrstu 30 minuttir hetta vikuskiftið.  Skjóta føroyska spælið hevur ørkymlað lettar, ið skulu vinna heilt stórt fyri at koma víðari.

Munurin er nú sjey mál, og nógv skal broytast, um atgongumerki til play-off dystir ikki verður tryggjað. Um tað eydnast at halda fast verður føroysk hondbóltssøga skrivað í kvøld.

Í dag - 16/1:
Luksemborg - Italia 29-30
Føroyar - Lettland (17-10)

Føroyska byrjanaruppstillingin: Pauli Jacobsen – Hákun West av Teigum, Vilhelm Poulsen, Jónas Gunnarson Djurhuus/ Peter Krogh, Helgi Hildarson Hoydal, Tróndur Mikkelsen, Leivur Mortensen

Kjartan Johansen og Teis Horn Rasmussen hava eisini spælt stóran leiklut - Pauli Mittún og Filip Jojic hava eisini verið nakað á vøllinum


Málskjúttar (mál/skot):

Kjartan Johansen 3/3
Filip Jojic 3/3 (2)
Jónas Gunnarson Djurhuus 3/5
Tróndur Mikkelsen 2/2
Leivur Mortensen 2/2
Peter Krogh 1/2
Hákun West av Teigum 1/2
Vilhelm Poulsen 1/2
Pauli Mittún 1/1

Effektivitetur: 17/25 (eitt av skotunum varð blokerað)
Tekniskar villir: 3

Bjargingar:
Pauli Jacobsen 4/13
Nicholas Satchwell 0/1

Dystargongdin:
5 min: 3-2
10 min: 5-3
15 min: 7-6
20 min: 10-8
25 min: 13-9


Útvísingar:
Føroyar: 1
Lettland: 1

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder