Hondbóltur

Eitt gott heildaravrik

Landsliðsvenjarin heldur, at føroysku hondbóltskvinnurnar stríddust væl.

Ágúst Jóhansson, landsliðsvenjari

Ágúst Jóhansson, landsliðsvenjari

2018-12-04 11:56 Author image
Ari av Rana
placeholder

Hóast kvinnurnar eisini taptu seinasta landsdystin móti Sveis, er landsliðsvenjarin nøgdur.

Ágúst Jóhansson, landsliðsvenjari, sigur við heimasíðuna hjá Hondbóltssambandinum, at avrikið tveir teir seinastu dystirnar í kappingini, var nøktandi.

Landsliðsvenjarin vísir á, at eitt nú Sveis hevur leikarar sum spæla kring alt Evropa, men at føroysku kvinnurnar bardust væl teir 60 minuttirnar.

Hoyr samrøðuna, sum Hondbóltssambandið hevði við landsliðsvenjaran, og við Bjartu Johansen, liðskipara, her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder