Fótbóltur

Eitt mál í part á Skála

Fyrra hálvfinalan millum Skála og Víking endaði við javnleiki 1-1.

Jákup Johansen skoraði málið hjá Skála í kvøld (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jákup Johansen skoraði málið hjá Skála í kvøld (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-05-09 20:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyrra hálvfinalan millum Skála og Víking í kappingini um løgmanssteypið varð leikt undir Mýruhjalla á Skála í kvøld.

Hesi somu liðini hittust farna sunnudag, og tá koppaði tað til Víking, sum vann 3-2, men hesaferð gjørdist ikki líka málríkt.

Tað komu bara tvey mál. Annað í fyrra hálvleiki og tað seinna málið í seinna hálvleiki. Skálamenn byrjaðu væl, og longu tá 12 minuttir vóru leiktir løgdu teir seg á odda 1-0. Í seinna hálvleiki fekk Víkingur týdningarmikla útivallamálið og javnaði til 1-1.

Síðst í dystinum var tað fyri tað mesta Skála, sum trýsti fyri at fáa mál, men tað eydnaðist ikki, og fyrra hálvfinalan endaði við javnleiki 1-1.

Í hinari uppgerðini í stríðnum um finaluplássið leiktu HB og KÍ eisini javnt 1-1 í gjárkvøldið.

Returdystirnir verða um tvær vikur.

Úrslit í fyrru hálvfinalunum:

Skála - Víkingur (1-1)
12’ Jákup Johansen 1-0
60’ Sølvi Vatnhamar 1-1

HB - KÍ (1-1)
31’ Simen Sandmæl 0-1
48’ Ari Mohr Olsen 1-1

Seinnu hálvfinalurnar um løgmanssteypið:
22. mai: KÍ - HB
23. mai: Víkingur - Skála

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder