Fótbóltur

Eitt mál í part í sera inntensari hálvfinalu í Gundadali

KÍ fekk eitt útivallarmál í klassikaranum, har tað merktist, at nógv var uppá spæl. Alt er opið undan seinnu dystinum.

Simen Sandmæl skoraði í tætta klassikaranum í Gundadali í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Simen Sandmæl skoraði í tætta klassikaranum í Gundadali í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

2019-05-08 20:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Arvafíggindarnir og mest vinnandi liðini í føroyskum fótbólti hittust til fyrru hálvfinaluna í kappingini um Løgmanssteypið í Gundadali í kvøld. KÍ er ovast í Betrideildini, meðan HB hevur havt eitt misjavnt kappingarár. Tað var tó lagt upp til ein ógvuliga javnan og inntensan dyst við ferð. Tað gjørdist tað eisini talan um.

Bæði liðini høvdu allarflestu leikararnar tøkar. KÍ hevði gjørt áhugaverdar broytingar; m.a har vanligi høgri bakkurin Jóannes Kalsø Danielsen var sentralt á miðvøllinum saman við Jákup B. Andreasen. HB var í einari útgávu, ið var til at kenna aftur og minti eisini, serliga eftir steðgin, um HB frá í fjør. 

Fyrstu stóra løtuna hendi ikki so nogv nevnivert. Miðskeiðis í hálvleikinum kom KÍ til nakrar góðar støður; frammanundan hevði HB havt okkurt hornaspark og skotroynd; men tað gjørdist ikki talan um nakran upplagdan málmøguleika, har málverjarnir høvdu nakra bjarging. Eftir hálvan tima fekk KÍ hol á. Deni Pavlovic, sum í dag var á høgra bakki, legði góð alvering innum HB-verjuna, har vælleikandi norðmaðurin Simen Sandmæl fekk fatur á bóltinum, trekti framvið Teiti Gestssyni og legði bóltin í tóma málið. Generelt var KÍ meira á í nærdystinum hesa løtuna.

[object Object]
(Bæði liðini løgdu sera nógv fyri í nærdystunum - Mynd: Sverri Egholm) 

Beint eftir leiðslumálið hjá gestunum var HB nær við, og tað byrjaði veruliga at koma tendring á, har menn gjørdist heitir og ónollur vóru at síggja frá báðum pørtum. Hetta helt fram inn í 2. hálvleik, har HB skjótt javnaði. Eftir eitt miseydnað skot frá Brynjari Hlöðverssyni fekk Ari Mohr Olsen fótin á tætt undir málinum, og sandoyingurin ið skoraði týdningarmikil mál í Klaksvík í fjør, javnaði fyri HB. 

Nervin helt fram at vera í dystinum. Heimaliðið sat nakað meira á dystinum í 2. hálvleiki og kom til nógvar støður, ið klaksvíkingarnir to oftast fingu tamarhald á. KÍ royndi at hótta hinvegin og fáa enn eitt útivallarmál, og var vandamikið tá liðið kom á seinasta triðingin. Tað gjørdist tó talan um ein 1-1 javnleik, ið er eitt betri úrslit hjá KÍ, ið fekk eitt útivallarmál við sær til Klaksvíkar, har 2. hálvfinalan verður leikt um tvær vikur. Tað er tó púra opið.   

Í morgin klokkan 18.00 tekur Skála ímóti Víkingi í fyrru hálvfinaluni millum liðini úr Eysturoynni. 

Fyrra hálvfinalan í Kappingini um Løgmanssteypið - Gundadalur 08.05
HB - KÍ (0-1)
31' Simen Sandmæl 0-1
48' Ari Mohr Olsen 1-1

KÍ (4-2-3-1): Kristian Joensen - Deni Pavlovic (75' Darius Lewis), Jesper Brinck, Ísak Simonsen, Ólavur Niclassen - Jóannes Kalsø Danielsen, Jákup Biskopstø Andreasen (L) - Jóannes Bjartalíð, Simen R. Sandmæl, Boris Dosljak (90' Jonn Johannessen) - Patrik Johannesen (83' Steinbjørn Olsen)

HB (4-2-3-1): Teitur Matras Gestsson - Jógvan Rói Davidsen (L), Hørður Askham, Lasse T. Andersen, Magnus Egilsson - Brynjar Hlöðversson, Tróndur Jensen - Pætur J. Petersen (78' Dan í Soylu), Adrian Rúnasson Justinussen, Símun Samuelsen (86' Daniel Johansen) - Ari Mohr Olsen ('73 Ari Mohr Olsen)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder