Fótbóltur

Eitt skot á mál og eitt mál

Talan hevur ikki verið um nakran hendingaríkan fyrra hálvleiki í fullsettu Parkini - danir løgdu seg á odda við heldur tilvildarligum máli. Føroyingar hava havt nakrar innleggs- og deyðbóltsstøður, men hava ikki hótt málið hjá Schmeichel.

2021-11-12 20:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska liðið kom væl frá fyrsta korterinum og fekk, eins og stóran part av dystinum higartil, læst rúmini, ið danir helst vilja spæla í og vera heldur argandi við at taka sær góða tíð við allar deyðar støður og stressa danska liðið til tíðir. Liðið sást eisini fara í høgt trýst nakrar ferðir. Tíverri kom eitt mál ímóti í 17. minutti.

Tungt trýst hava vit ikki sæð nógv á, hóast danir hava havt bóltin nógv meira. Teir reyðkløddu hava havt tað einasta skotið á málið í dystinum, og tað fór tíverri í føroyska netið. Annars hevur so at siga eingin møguleiki verið at skrivað um, men føroyski stríðsviljin, føroyska skipanin, avrikið hjá 35-ára gamla Sølva Vatnhamar í vinstru síðu og innsatsturin hjá "Ferða-Skansanum" til høgru fyri føroyska málið er alt nakað at rósa.

[object Object]
Sølvi Vatnhamar spældi ikki í seinastu landsdystunum vegna skaða - í kvøld hevur hann álvara gjørt vart við seg á stóra pallinum (Mynd: Sverri Egholm)

Stóri møguleikin hjá Danmark og mál

12' Andreas Skov Olsen brýtur ígjøgnum í høgru, leggur inn móti fremru, har Youssf Poulsen  - staddur millum Sonna Ragnar og Hørð - stútar framvið føroyska málinum.

17' Viljormur Davidsen ikki á linju, tá bólturin kemur innum til Daniel Wass og síðani tilvildarliga yvir til ein frían Skov Olsen. Teitur glíður, og maðurin ið skoraði sítt fyrsta landsliðsmál móti júst Føroyum, kastar seg fram og leggur Danmark á odda.

- Annars hevur ikki nógvur larmur verið í Parkini undir dystinum, og føroysku áskoðarnir hava síðstu løtuna verið meira at hoyra.


HM-Undankappingarbólkur F - 9. umfar
Parkin 12.11 

Danmark - Føroyar (1-0)
17' Andreas Skov Olsen 1-0

Føroyar (5-4-1): Teitur Matras Gestsson - René Shaki Joensen, Odmar Færø, Hørður Askham, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen - Hallur Hansson (L), Gunnar Vatnhamar, Jákup Biskopstø Andreasen, Sølvi Vatnhamar - Jóan Símun Edmundsson

Danmark: Kasper Schmeichel - Jens Stryger Larsen, Simon Kjær, Andreas Christensen - Daniel Wass, Christian Nøgaard, Jesper Lindstrøm, Joakim Mæhle - Andreas Skov Olsen, Yussuf Poulsen, Mohamed Daramy


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder