Tað var júst sum alt var svart og tóktiskt ómøguligt. Vit eru aftanfyri 2-0 tíðliga í seinna hálvleiki, og fáa einki at rigga.
Men uppá tveir minuttir vendi Jóannes Bjartalíð dystinum við tveimum málum, og javnaði fyri Føroyar til 2-2, sum eisini gjørdist úrslitið.
Føroyar komu afturum eftir brotsspark longu eftir 12. minuttir, og aftur fýra minuttir inn í seinna hálvleik. Tá sá svart út, men brádliga fingu føroyingar yvirvág eina løtu, og tað bragdaði við heili tveimum málum.
Hetta er fyrstu ferð at Jóannes Bjartalíð er á máltalvuni tá landsliðið spælir. Hann hevur leikt 21. landsdystir fyri Føroyar.
Føroyar hava nú fýra stig eftir fýra dystir, og eru næstaftast í bólkinum. Tískil sær gott út í mun til at halda sær í deild C í Nations League.
Luksemborg - Føroyar 2-2 (1-0)
12' Gerson Rodrigues (br.) 1-0
49' Leandro Barreiro 2-0
57' Jóannes Bjartalíð 2-1
59' Jóannes Bjartalíð 2-2
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald