Hondbóltur

Ekstrablaðið: Jóhan fær lægstu lønina á landsliðnum

Føroyingurin á danska landsliðnum fær eina løn uppá 500.000 krónur um árið.

Jóhan á Plógv Hansen (Mynd: EPA)

Jóhan á Plógv Hansen (Mynd: EPA)

2019-01-24 14:43 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Stóra stjørnan í hondbóltsheiminum hevur eina ársløn uppá 8 milliónir áðrenn skatt, og er tann, sum hevur nógv hægstu lønina á danska landsliðnum.

Í øllum førum sambært einum yvirliti, sum Ekstrablaðið hevur gjørt. Blaðið sigur seg hava fingið upplýsingar frá keldum í umhvørvinum.

Og føroyski Jóhan á Plógv Hansen, sum á fyrsta sinni er við í fremstu røð á danska landsliðnum liggur í botninum. Hann tjenar 500.000 um árið áðrenn skatt í felagnum Bjerringbro-Silkeborg (BSV).

Blaðið skrivar tó, at 24 ára gamli føroyingurin kann vænta sær betri sáttmála um hann leingir við BSV, ella fer í eitt annað felag uttanlands.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder