Tað var ikki langa tíð eftir, at setanin var av, at Ekvador hevði bóltin í málinum hjá vertunum. Eftir frísparksinnlegg í 3. minutti vísti Ekvador meira luftstyrki, men stútarin hjá Enner Valancia taldi tó ikki, tí eftir VAR-lanning varð staðfest, at knæðið hjá Michael Estrada var í rangstøðu. Hetta var hárfínt og ivasamt, og elvdi skjótt til viðmerkingar á millum annað á sosialu miðlunum.
Enner Valencia skoraði tó tvær ferðir í fyrra hálvleiki. Eftir eitt korter feldi ótryggi Katar-málverjin roynda áleyparin, ið síðani var ísakaldur úr ellivu metrum. Tá hálvur tími var spældur, stútaði áleyparin eitt innlegg úr høgru væl í málið. 0-2, og hetta var HM-mál nummar fimm hjá 33-ára gamla Fenerbache-leikaranum. Valencia skoraði trý mál í HM fyri átta árum síðani, tá Ekvador síðst var við.
Katar hevði ikki nógv at bjóða uppá í sínum fyrsta HM-dysti
Í fyrra hálvleiki var suðuramerikanska liðið greitt omaná, men spælið í seinna hálvleiki var lítið og einki at reypa av. Tað var tó ongantíð nær við, at vertirnir gjørdu dystin veruliga spennandi. Katar hevði einki skot á mál, og í sínum fyrsta dystir nakrantíð sóu vertirnir ikki út sum eitt HM-lið - tað byrjaði eisini veruliga at tømast á áskoðaraplássunum í "oyðimørkini" í Al Kohr longu í steðginum.
Ekvador og Katar spæla aftur fríggjadagin - móti ávíkavist Senegal og Niðurlondum. Senegal og Niðurlond spæla í morgin móti hvørjum øðrum. Bólkur B fer eisini í gongd í morgin, og millum annað skal Ongland á vøllin.
HM 2022
Bólkur A:
Í dag, sunnudagin 20.11
Katar - Ekvador 0-2
Í morgin, mánadagin 21.11
16.00: Senegal - Niðurlond
Bólkur B:
Í morgin, mánadagin 21.11
13.00: Ongland - Iran
19.00: USA - Wales
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald