Fótbóltur

El Clasico útsettur av ótta fyri ófriði

Ógreiða støðan í Katalonia rakar ætlaða stórdystin millum Barcelona og Real Madrid.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-10-18 14:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

El Clasico, stórdysturin millum bestu feløgini í Spania, Barcelona og Real Madrid, er nú útsettur orsaka av ófriðinum í Katalonia.

Dysturin skuldi spælast spælast næsta leygardag, 26. oktober í Barcelona, men ófriðurin eftir fongslingina av fleiri katalanskum politikarum, sum skipaðu fyri fólkaatkvøðuni um loysing, hevur ført til, at avgerð er tikin um at dysturin skal útsetast.

Feløgini skulu í seinasta lagið mánadagin semjast um ein annan dag at spæla dystin.

Ætlanin var annars at fáa feløgini at býta um, komandi El Clasico varð spældur í Madrid ístaðin, men tað vildu hvørki av feløgunum ganga við til.

Orsøkin til at Barcelona ikki vil er, sambært venjaranum Ernesto Valverde, at felagið hevur ein annan týdningarmiklan útidyst á skránni longu tríggjar dagar undan dystinum, nevnilia móti Slavia Prag í Champions League.

Og í dag hevur felagið sent út eina fráboðan, har víst verður á, at felagið ynskir at spæla dystin sum ætlað, tí felagið hevurálit á, at fjeppararnir – eins og altíð – uppføra seg fyrimyndarliga.

Hinvegin er felagið komið við einum alternativum leikdegi, eins og spanska fótbóltssambandið ynskir, og slær upp 18. desember sum nýggjan leikdag.

Venjarin hjá Real Madrid, Zenedine Zidane, vildi á tíðindafundi í dag ikki koma nærri inn á, hvat hansara ynski er um nýggjan leikdag, skrivar BBC.

- Vit verða til reiðar at spæla tann dagin, sum verður valdur av rætta persóni. Vit laga okkum eftir tí, ið vit verða biðin um, segði hann.

La Liga tók avgerð um at útseta dystin ”orsaka av serligum umstøðum, sum vit ikki hava ávirkan á”. Óttin er, at katalansku mótmælini verða at síggja á leikvøllinum eisini.

Mótmælini á gøtunum í Barcelona hava nú hildið á í fimm dagar. Fleiri hundrað túsund fólk hava leitað sær út við kravi um at politisku fangarnir verða latnir leysir. Upp móti hundrað fólk hava fingið skaða higartil undir ófriðinum, skrivar BBC.

Tað er ikki óvanligt, at politiskir spenningar síggjast aftur í fótbóltsdystum millum Barcelona og Real Madrid. Barcelona umboðandi katalonar, ið ynskja fullveldi, og kongaliga felagið í Madrid, umboðandi yvirstættin og politiska valdið.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder