Fótbóltur

Eli hevur skrivað undir nýggjan sáttmála við B36

Nú 30-ára gamli vágamaðurin hevur síðani 2014 umboðað høvuðsstaðarfelagið, og talan er um ein sera týðandi brikk í hópinum, skrivar B36. Stríðsfúsi sentrali miðvallarin hevur spælt yvir 250 dystir á hægsta støði í Føroyum, umframt 20 evropeiskar dystir harav B36 ofta hevur vunnið seg víðari.

- Tá hørð tøk skulu takast, er ein slíkur stríðsmaður ófatiliga týdningarmikil, og vit kunnu fegnast um, at Eli og B36 eru komin ásamt um at leingja verandi sáttmála, soleiðis at hesin nú eisini fevnir um 2023. Soleiðis skrivar B36 - her sæst Eli Falkvard í nærdysti við Pætur Petersen í grannauppgerð (Mynd: Sverri Egholm)

- Tá hørð tøk skulu takast, er ein slíkur stríðsmaður ófatiliga týdningarmikil, og vit kunnu fegnast um, at Eli og B36 eru komin ásamt um at leingja verandi sáttmála, soleiðis at hesin nú eisini fevnir um 2023. Soleiðis skrivar B36 - her sæst Eli Falkvard í nærdysti við Pætur Petersen í grannauppgerð (Mynd: Sverri Egholm)

2022-11-13 13:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

B36 hevur higartil ikki fingið kunngjørt so nógv til næsta ár, men í dag skrivar felagið á Facebook- síðu sínari, at ein týðandi undirskrift kom uppá pláss.

- Stríðsmaðurin hevur longt sáttmálan. Eli Falkvard Nielsen hevur í nógv ár verið ein av krumtappunum á miðvølli okkara. Tá hørð tøk skulu takast, er ein slíkur stríðsmaður ófatiliga týdningarmikil, og vit kunnu fegnast um, at Eli og B36 eru komin ásamt um at leingja verandi sáttmála, soleiðis at hesin nú eisini fevnir um 2023. Undiskriftin kom upp á pláss í gjár , og við hesum er ein sera týðandi brikkur í hópinum komin upp á pláss

Talan er um ein leikari, sum hevur verið leingi í felagnum. Eli er vágamaður og eftir at hava spælt vaksnamannafótbólt við barndómsfelagnum í nøkur ár, og eisini roynt seg í HB í 2012, skifti Eli Falkvard í 2014 til B36. 07 Vestur var júst flutt niður aftur í 1. deild, og tað var í 1. deild - við næstbesta liðnum hjá B36 - at ein nakað skaðaplágaður Eli spældi mest í 2014.

Tá vann B36 FM, og tað gjørdi liðið eisini árið eftir, og tá spældi stríðsfúsi sentrali miðvallarin ein stóran leiklut: Hann byrjaði inni í 23 av 27 dystum, og hann hevur havt so at siga fast pláss tey mongu síðstu árini. Skaðar hava tó onktíð lagt meinbogar í vegin: Í 2016 reyk fyrra hálva, og í fjør spældi Eli als ikki vegna krossbandsskaða í knæðnum.

Samanlagt hevur Eli Falkvard Nielsen spælt 234 dystir í Betrideildini, 30 steypadystir og 20 evropeiskar dystir. Nú 30-ára gamli maðurin hevur verið við til at vunnið tvey FM-heiti, tvær steypakappingar (var so mikið væl fyri, at hann var á bonkinum til steypafinaluna í fjør) og til at spæla B36 víðari í Evropa heilir sjey ferðir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder