Hondbóltur

Elias á Skipagøtu fer ongan veg

GOG vildi keypa føroyingin leysan, men ítróttarstjórin í Kiel staðfestir, at føroyski spælskiparin ikki er til sølu. Elias sigur sjálvur, at hann ikki hugsar um nakað skifti.

Søgur í Danmark tíðliga í juni sendu Elias til GOG. Felagið av Fjóni bjóðaði eisini uppá hann, men eitt nei varð sent norðurum markið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Søgur í Danmark tíðliga í juni sendu Elias til GOG. Felagið av Fjóni bjóðaði eisini uppá hann, men eitt nei varð sent norðurum markið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-07-30 11:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tíðliga í juni skrivaðu danskir miðlar tað so gott sum eina staðfesting, at Elias Ellefsen á Skipagøtu skuldi til GOG. Summir føroyskir miðlar siteraðu tað eisini beinleiðis.

Vit skrivaðu 8. juni, at tað ikki var vist og í øllum førum enn ikki so ítøkiligt. Talan var um áhuga frá GOG, men annars ikki mera enn søgur.

Sí eisini: Danskir hondbóltsmiðlar seta Elias í samband við GOG - einki ítøkiligt enn

Viktor Szilagyi hevur fyri Handball World váttað, at eitt ítøkiligt boð kom uppá Elias Ellefsen á Skipagøtu. Ítróttarstjórin í THW Kiel hevur tó gjørt púra greitt, at føroyski landsliðsspælarin ikki er til sølu. 

Summar keldur halda tað vera eitt boð á nakrar milliónir krónur.

[object Object]
Óli og Elias verða ikki at síggja í sama felagi aftur - enn í øllum førum. Tíbetur fyri føroyingar verða teir saman á A-landsliðnum í langa tíð framyvir (Mynd: EHF/Kolektiff)

Kiel hyggur frameftir

Elias er partur av framtíðarætlanunum hjá týska stórfelagnum, og 23-ára gamli hoyvíkingurin sigur sjálvur við Handball World, at hann ikki hugsar um eitt skifti. Spælskiparin fegnast heldur um sína kropsligu støðu í løtuni og hugsar um at fyrireika seg til kappingarárið.

Kiel fer undir annað kappingarárið á rað uttan at spæla í Champions League, og hetta ger fíggjarstøðuna verri. Søgur ganga eisini um, at hetta verður síðsta kappingarárið hjá Filip Jicha, hvørs sáttmáli gongur út næsta summar, og at Kiel er í gongd við at leita eftir nýggja venjaranum.

Viktor Szilagyi er nøgdur við hópin, og GOG hevur slept spennandi tonkunum um Elias Ellefsen á Skipagøtu saman við millum annað Óla Mittún í Champions League.

Elias hevur tvey ár eftir av sáttmálanum við Bundesliga-felagið.

[object Object]
Elias Ellefsen á Skipagøtu er í løtum sloppin at stýra og skína í Kiel 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder