
THW Kiel var aftanfyri 17-14 í steðginum móti Rhein-Neckar Löwen men 2. hálvleikur var betri, og tað eydnaðist at knógva sigrinum í longdari leiktíð.
Andreas Wolff kom inn og hevði fleiri stórbjargingar, og í tvær ferðir fimm minuttir longu longdu leiktíðini var Kiwl ta stinnari.
Tað endaði 32-31, og harvið kundu Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir fegnast í Köln.
Elias sat annars leingi á bonkinum. Nummar 71 spældi eina løtu í seinna helmingi av 1. hálvleiki men var síðani ikki aftur á vøllinum.
Tað kann væl vera, at 21-ára gamli hoyvíkingurin fær størri leiklut til týsku steypafinaluna klokkan 14.30 í morgin, sunnudagin 13. apríl.
Mótstøðuliðið verður Melsungen ella Balingen-Weilstetten, sum spæla hálvfinalu um eina løtu. Viaplay vísir finaluna hjá Eliasi á Skipagøtu og teimum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald