Hondbóltur

Elias á Skipagøtu til týskt stórfelag

THW Kiel fær heiðurin at hava Elias á Skipagøtu á liðnum í 2023, skriva svenskir miðlar í kvøld.

Elias Ellefsen á Skipagøtu her fyri føroyska landsliðið í Kiel fyrr í ár. Næsta kappingarár verður hetta heimavøllurin hjá úrmælinginum (Mynd: Sverri Egholm)

Elias Ellefsen á Skipagøtu her fyri føroyska landsliðið í Kiel fyrr í ár. Næsta kappingarár verður hetta heimavøllurin hjá úrmælinginum (Mynd: Sverri Egholm)

2022-08-26 19:48 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Stóra talentið í føroyskum hondbólti seinastu árini hevur verið Elias Ellefsen á Skipagøtu. 20 ára gamli hoyvíkingur hevur verið í svenska felagnum Sävehof seinastu tvey árini, og næsta kappingarár fer hann at royna eydnuna í einum av sterkastu deildunum.

Tað verður í týsku Bundesliguni og við THW Kiel, at úrmælingurin fer at vísa síni kynstur tá hetta kappingarárið er av.

Hetta skriva svenskir miðlar, millum annað Gøteborgposten.

Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur annars sáttmála við Sävehof í tvey ár afturat, men sambært Aftonbladet er fyrivarni tikið fyri ymiskum evropeiskum stórfeløgum, sum hann kann gera nýggjan sáttmála við aftaná hetta kappingarárið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder