Tað hevur ikki gingist væl hjá THW Kiel í Bundesliguni í seinastuni, og stórfelagið varð óvæntað sligið út av steypakappingini fyri einari viku síðani.
Kiel hevði tapt fýra dystir á rað í týskum kappingum fyri fyrstu ferð í 21 ár undan dystinum sunnudagin, tá tað eydnaðist Eliasi Ellefsen á Skipagøtu á hinum at vinna aftur.
Hamburg vitjaði, og Elias hevði ein stóran leiklut. 21-ára gamli hoyvíkingurin hevði seinastu ella næstseinastu hond á ellivu málum í 11-máls sigrinum hjá Kiel á Hamburg og stýrdi spælinum hjá heimaliðnum væl.
Elias á Skipagøtu skeyt átta ferðir og skoraði sjey ferðir. Harvið var skotprosentið hjá føroyingum høgt, og hann er eisini skrásettur fyri fýra upplegg.
Hetta avrikini hevur ført til, at Elias á fyrsta sinni er á Bundesliga-vikuliðnum. Hetta er ikki hissini heiður, tá hugsað verður um, at talan er um heimsins sterkastu deild.
Vikuliðið hesaferð (Mynd: liquimoly-hbl.de)
Sum yvirlitið vísir, so hevði føroysk spælskiparin 84 í sonevnda Handball Performance Index (HPI). Hvør spælari byrjar á 100, og tað er rímiliga torført at ikki fara fitt niðureftir: Minusstig fyri tekniskar villur, brend skot og annað Heimasíðan hjá Bundesliguni hevur gjørt hetta yvirlitið, sum greiðir frá hesum.
Elias á Skipagøtu sær á ymsan hátt út til at hava funnið seg til rættis í Týsklandi, har Kiel nú jagstrar millum annað Füsche Berlin og Hákun West av Teigum. Í kvøld taka Elias og teir móti Kielce í stórdysti í Champions League. Kiel hevur eftir trý umfør har fult stigatal.
Fótbóltur
Elias á vikuliðnum í Bundesliguni
Elias Ellefsen á Skipagøtu skoraði sjey mál og legði upp til fýra mál, tá Kiel vann greitt á Hamburg, og tølini í dystinum hevur fingið hann á serstaka liðið.
Elias Ellefsen á Skipagøtu fegnast her í Magdeburg eftir U21-landsdysti - sunnudagin hevði hann seinastu ella næstseinastu hond á ellivu málum í 11-máls sigrinum hjá Kiel á Hamburg (Mynd: Sverri Egholm)
2023-10-11 07:16
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald