Ystads IF hevði óvæntað vunnið tvær tær fyrstu SM-hálvfinalurnar á IK Sävehof, og tí var stórt trýst á meistarunum og liðnum, sum endaði nummar eitt í grundspælinum, undan triðju hálvfinaluni í gjárkvøldið.
Í hálvfinalunum er tað fyrst upp í trý, og harvið hevði Ystads, ið endaði nummar fýra í grundspælinum, møguleika at tryggja sær finalupláss við sigri í Partille Arena í gjárkvøldið.
Tað var tó heimaliðið, ið at enda vann greitt. Sävehof var miðskeiðis í fyrra hálvleiki á odda við fýra og fimm málum, og hóast munurin var lítil kring steðgin - og bert eitt mál í sjálvum steðginum - so vóru teir í gulum og svørtum omaná, og sum seinni hálvleikur leið drógu svensku meistararnir av álvara frá.
Tað var serliga nummar 71, ið gekk á odda. Elias Ellefsen á Skipagøtu var greiður toppskjútti hjá heimaliðnum, og í dystunum, við ellivu málum og 20-ára gamli hoyvíkingurin hevði umframt síni ellivu mál stóra ávirkan á spælið og sigurin hjá Sävehof.
Eftir dystin varð Elias kosin dagsins leikari. Hann og liðfelagarnir hava aftur knívin á barkanum hóskvøldið, tá fjórða hálvfinalan verður leikt í Ystads.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald