Hondbóltur

Elias dagsins maður í Champions League-braki

Elias Ellefsen á Skipagøtu gjørdist javnsettur toppskjútti hjá Kiel, sum í kvøld basti Kielce. Pólska felagið hevur verið í Champions League-finaluni tvey ár á rað.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-10-11 22:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir avrikið móti Hamburg sunnudagin kom hann á vikuliðið í Bundesliguni. Í kvøld vísti Elias Ellefsen á Skipagøtu síni kynstur í Champions League.

Pólska stórfelagið hevur verið í finaluni seinastu tvey árini og hevur nógvar heimsstjørnur, men 21-ára gamli føroyingurin gjørdist javnsettur toppskjútti í dystinum, sum Kiel vann 35-31.

Elias skoraði sjey ferðir og legði upp til fleiri mál afturat. Nummar 71 var umráðandi partur av spælinum í 2. hálvleiki, tá Kiel skoraði tjúgu ferðir. Kielce var annars á odda við einum máli í steðginum, men heimaliðið, við hoyvíkingingum sum spælskipara, vendi tí.

[object Object]
Mynd: THW Kiel 

Enn eitt flott avrik hjá føroyinginum, ið tikist at hava funnið seg til rættis í týska stórfelagnum. THW Kiel hevur fult stigatal eftir fýra umfør í Champions League-bólkaspælinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder