
Seks dystir og seks sigrar. Hetta er úrttøkan hjá THW Kiel higartil.
Í kvøld vann felagið við flest týskum meistaraheitum av øllum sum vant heimadystin móti GWD Minden. Endaliga úrslitið var 33-25. Tað var 17-9 í steðginum.
Sum tølini siga, so vóru verja og málverji hjá Kiel vælspælandi í serliga 1. hálvleiki. Andreas Wolff hevði eisini 15 bjargingar samanlagt og stóð við 45 prosentum.
Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur verið stórspælandi í ár, og við fýra málum í kvøld er føroyingurin í løtuni javnsettur toppskjútti í Bundesliguni. Hetta við 49 málum í 6 dystum.
Nummar 71 skoraði fýra av sínum sjey skotum í kvøld. Hann er skrásettr fyri trý upplegg, og hóast Elias Ellefsen á SKipagøtu ikki skein líka bjart sum í undanfarnu dystum - við tvísiffraðum tali av málum - so fekk 23-ára gamli hoyvíkingrin sett spælið hjá Kiel væl í løtum.
Hetta var eisini ein dystur, har Filip Jicha roteraði eitt sindur við liðnum. Elias Ellefsen á Skipagøtu spældi fyrstu umleið 20 minuttirnar, fekk síðani hvíld, og spældi síðani aftur fyrra helming av seinna hálvleiki ella so. Harvið fær Elias helst rímiliga tiltrongda hvíld. Kiel spælir ikki aftur fyrrenn um tíggju dagar - sunnudagin 5. oktober móti Rhein Neckar Löwen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald