IHF hevur fyrrapartin millum annað kunngjørt, at Mathias Gidsel var besti mannligi hondbóltsspælari í heiminum fyri 2023 - og at ein føroyingur var tann allarbesti ungi spælarin.
Elias Ellefsen á Skipagøtu varð tilnenvdur saman við týsku stjørunum Juri Knorr og Nils Lichtlein, og 21-ára gamli føroyingurin, sum seinasta árið hevur gjørt bart á U21-landsliðnum, A-landsliðnum umframt í Savehof og Kiel, vann atkvøðugreiðsluna.
Tað eru fjepparar, venjararnir frá luttakandi londunum í HM og IHF Commission of Coaching and Methods, sum saman hava kosið vinnaran, upplýsir HSF
Hetta er ein stórur heiður, sum vit ynskja Eliasi tilluku við. Meira seinni.
![]()
Føroyingar hava verið við til at atkvøtt fyri Eliasi, sum var við í nógv flest málum í U21 HM síðsta summar, tá Føroyar endaðu á 7. plássi (Mynd: Sverri Egholm)
--
Rættað og dagført: 11.42
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald