Fótbóltur

Elias er úttikin til dystirnar móti Rumenia í mars

Tað er yngri beiggin, Rói, eisini. Hallur Arason úr VÍF er eisini fyri fyrstu ferð á A-landsliðnum og er ein av teimum fýra í hópinum, sum spælir í føroysku kappingini.

Seinast Elias Ellefsen á Skipagøtu spældi á A-landsliðnum var í HM-undankappingardystunum móti Týsklandi í apríl í fjør. Hann hevur verið skaddur síðani í summar (Mynd: Sverri Egholm)

Seinast Elias Ellefsen á Skipagøtu spældi á A-landsliðnum var í HM-undankappingardystunum móti Týsklandi í apríl í fjør. Hann hevur verið skaddur síðani í summar (Mynd: Sverri Egholm)

2023-02-16 17:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Landsliðsvenjararnir, Peter Bredsdorff-Larsen og Lars Porskær Møller, hava úttikið nú úttikið hópin til týðandi EM-undandystirnar móti Rumenia, sum verða ávikavist 8. mars á Hálsi og 11. mars í Bukarest.

Áhugavert er serliga, at Elias Ellefsen á Skipagøtu er í hópinum. Hann hevur verið darvaður av knæskaða síðani síðsta summar og hevur verið undir skurð men venur nú aftur. 

Yngri beiggi Elias, 19-ára gamli Rói á Skipagøtu, hevur havt eitt gott kappingarár við H71 og er nýggjur í A-landsliðshópinum. Tað er Hallur Arason eisini. Kvívíkingurin við góða skotarminum skal vera við at flytta holið eftir skøddu Kjartan Johansen og Vilhelm Poulsen, ið báðir eru skaddir.

Av øðrum sum hava verið við nógv seinastu árini, men sum ikki eru við hesuferð, kunnu nevnast Brandur Halgirsson og Rókur Akralíð, ið er givin.
 
Málverjar:
Nicholas Satchwell, KA Akureyri (ISL)
Pauli Jacobsen, H71

Útileikarar: 
Leivur Mortensen, Frederiksberg IF (DEN)
Rói Berg Hansen, HØJ (DEN)
Peter Krogh, H71
Tróndur Mikkelsen, Ryger Stavanger (NOR)
Jónas Gunnarson Djurhuus, Frederiksberg IF (DEN)
Pauli Mittún, Kristiansand (NOR)
Óli Mittún, IK Sävehof (SWE)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, IK Sävehof (SWE)
Rói Ellefsen á Skipagøtu, H71
Hallur Arason, VÍF
Hákun West av Teigum, Skanderborg-Århus (DEN)
Allan Norðberg, KA Akureyri, (ISL)
Pætur Mikkjalsson, AMO (SWE)
Teis Horn Rasmussen, Follo HK, (NOR)
Helgi Hildarson Hoydal, Kristiansand (NOR)

Hondbóltssamband Føroya boðar frá, at føroyska liðið savnast til venjingar í Føroyum mándagin 6. mars, har liðið fer at venja saman áðrenn heimadystin, sum verður mikudagin 8. mars kl. 19.00 í Høllini á Hálsi.

Hareftir ferðast liðið, fríggjadagin 10. mars, til Bukarest í Rumenia, har seinni dysturin millum liðini verður leygardagin 11. mars kl. 14.00, føroyska tíð.

Rumenia hevur tvey stig eftir tveir dystir í EM-undankappingini. Liðið tapti fyrst 36-32 á útivølli fyri Eysturríki, men vann í 2. umfari 34-26 á Ukraina á heimavølli. Um Føroyar skulu hava møguleika at røkka 3. plássinum, so krevst helst ein sigur í einum av dystinum. Fýra teir bestu trý'ararnr - av teimum átta - sleppa til HM.

Føroyar hava møtt Rumenia fimm ferðir áður. Síðst var í HM-undankapping í 2018. Úrslitið tá var tað besta hjá Føroyum móti júst Rumenia. Úrslitini hava verið hesi:
12.01.18 Rumenia – Føroyar 28-20, HM-undankapping
18.01.04 Rumenia – Føroyar 43-27, EM-undankapping
16.01.04 Rumenia – Føroyar 41-19, EM-undankapping
07.01.01 Føroyar – Rumenia 16-27, EM-undankapping
05.01.01 Føroyar – Rumenia 23-36, EM-undankapping

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder