THW Kiel er mest vinnandi felagið í týskum hondbólti, men í ár hevur tað gingist illa í heimligu kappingunum.
Liðið varð óvæntað útsligið úr steypakappingini móti HSG Wetzlar og hevur tapt fýra av níggju dystum í Bundesliguni. Hetta ger, at stórfelagið í løtuni er á 7. plássi.
Tað hevur ikki eydnast at avloyst Niklas Landin í málinum, og í stóru dystunum eru heldur nógv mál farin inn. Ymiskt í álopsspælinum hevur heldur ikki verið nóg gott, hóast 21-ára gamli Elias Ellefsen á Skipagøtu til tíðir hevur tikið stóra ábyrgd.
Fyri 15 døgum síðani gjørdist hoyvíkingurin dagsins leikari við framúr avriki móti Kielce í Champions League. Pólska felagið hevur verið í finaluni í størstu kappingini tvey tey seinastu árini, men hesaferð vóru Elias og Kiel-álopið ikki til at steðga.
Les eisini: Elias dagsins maður í Champions League-braki
Sigursrøðin í Champions League endaði í Noregi í síðstu viku, tá Sagosen og Kolstad vóru omaná. Kiel reisti seg í vikuskiftinum móti Lemgo, og í kvøld er stór uppgáva á skránni í París: EFH lýsir við, at til ber at síggja Ellefsen á Skipagøtu aftur í Champions League.
Kiel og PSG hava bæði 8 stig fyri fimm dystir í Champions League-bólkinum og sita í løtuni á teimum báðum ovastu plássunum. Tey geva beinleiðis atgongd til fjórðingsfinalurnar - nummar 3 til 6 mugu kappast meira um hetta. Tískil er hetta lykladystur hjá Elias og teimum í kvøld.
Dysturin í París við nógvu stóru stjørnunum byrjar klokkan 19.45. EHF TV vísir dystirnar á heimasíðu sínari. Neyðugt er bert at gera ókeypis brúkara.
Hondbóltur
Elias í París
Kiel er í eitt slag av kreppu, men kann lyfta seg upp á 1. plássi í Champions League-bólki sínum í kvøld, tá lykladystur er á skránni móti PSG.
Tað hevur ikki gingið nóg væl hjá stórfelagnum í Bundesliguni. Elias á Skipagøtu hevur tó higartil í kappingarárinum havt fleiri stór avrik (Mynd: THW Kiel)
2023-10-26 15:20
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald