Í fyrstu SM-finaluni fyri einari viku síðani varð neyðugt hjá Sävehof við tvífaldari longdari leiktíð fyri at basa Skövde - leygarkvøldið vann liðið hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu við tíggju málum í Skövde.
Fyri at gerast svenskur meistari skal eitt lið vinna tríggjar finalur. Tað vil siga, at tað nú skal ganga heilt galið hjá stórfavorittunum úr Sävehof, um liðið ikki skal vinna meistaraheitið.
Fyrsti dystarbólturin er í kvøld í Partille, har Elias og liðfelagirnir taka ímóti. 19-ára gamli hoyvíkingurin kann gerast fyrsti føroyingurin, sum vinnur svenska meistaraheitið og harvið seta eitt sera gott punktum fyri sítt fyrsta ár í svenskum hondbólti.
Veddingarfyritøkurnar og viðmerkjarar hava IK Sävehof sum stórfavoritt í kvøld. Fyrsta bríksl í Partille verður klokkan 19.10.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald