Hondbóltur

Elias kemur allarhelst heim til Hoyvíkar og føroyskan hondbólt

Eftir eitt ár í Skanderborg fer Elias Ellefsen á Skipagøtu eftir ætlan at spæla fyri H71 aftur komandi kappingarár.

Elias Ellefsen á Skipagøtu fegnast her saman við liðfeløgunum í Gøteborg - Mynd: Harald Bjørgvin

Elias Ellefsen á Skipagøtu fegnast her saman við liðfeløgunum í Gøteborg - Mynd: Harald Bjørgvin

2019-07-20 18:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann varð valdur til besta spælskipari í EM-kapping hjá U18 í Georgia í fjør summar, har flestu mótsstøðuleikararnir vóru tvey ár eldri enn hann. Saman við Paula Jacobsen og Hákun West av Teigum fór hann úr H71 til Skanderborg undan hesum kappingarárinum, og á sterka ungdómsliðnum á Jútlandi vunnu Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagirnir greipuna.

Síðani gekk leiðin til Gøteborg, har Elias og teir á føroyska U17-landsliðnum framdu bragdið og vunnu European Open. Elias Ellefsen á Skipagøtu gjørdi veruliga vart við seg; hann varð toppskjútti í kappingini við 70 málum og varð av EHF valdur til mest virðismikla leikara í kappingini.
 
Hóast tað hevur gingið sera væl í Danmark, so bendir alt á, at 17-ára gamli Elias komandi kappingarár fer at spæla í Føroyum. Elias váttar fyri Portalinum, at tað liggur í kortunum, at hann aftur fer at spæla fyri H71: 

- Ætlanin hjá mær er at fara heim i eitt ár at spæla, og tað verður sjálvandi við H71. Tað eru góðar venjingarumstøður í Hoyvík, og vit sleppa at venja nógv. Harafturat skulu vit spæla í Evropa, og tað gleði eg meg sera nógv til.

Harvið koma vit at síggja unga spælskiparan í fremstu deildini; tað er lítið sannlíkt at Elias Ellefsen á Skipagøtu kemur at spæla ungdómshondbólt. Møguleikin er fyri menning í vaksnamannahondbólti, men sum Elias vísir á, so er ætlanin ikki, at steðgurin skal verða langur. Leikarin hevur víst evni og vilja til at spæla yrkishondbólt

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder