Føroyska U18-landsliðið við monnum spældi um vikuskifti við í árligu Sparkassen Cup í Merzig í Týskalndi (Saarlandi) Talan er um árliga kapping millum jól og nýggjár, har støðið er høgt. Føroyrar vóru bjóðaðar við, orskað av frálíka avrikinum í Göteborg í summar har føroyingar lyftu steypið.
Í Svøríki vóru nógv frálík føroysk avrik, men fyrst og fremst var talan um ein megnar føroyskan liðinnsats. Tann leikarin ið skaraði mest framúr var Elias Ellefsen á Skipagøtu. Hoyvíkingurin vísti aftur hesaferð sína nógvu og serligu hondbóltsdygdir, og týskir viðmerkjarar vóru bergtiknir í løtum.
Eftir finaluna, ið Týskland vann á Íslandi, varð Elias kosin til MVP (most valubale player) 17-ára gamli leikarin spældi millum annað frálíkt í sigrinum á Hollandi og skoraði heili 14 mál í hálvfinaluni, har Føroyar høvdu Týskland á knøunum í stórum pørtum av dystinum.
Føroyar endaðu á 4. plássi í kappingini.
Hondbóltur
Elias mest virðismikli leikarin í Týsklandi
Eins og til European Open í summar varð spælskiparin kosin tann besti/mest umráðandi leikarin í kappingini.
Elias á Skipagøtu í dystinum móti Hollandi
2019-12-30 16:15
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald