Startskotið til týska kappingarárið var spennandi, og talan gjørdist eisini um ein so tættan dyst sum gjørligt í Düsseldorf. Tað stóð á jøvnum í steðginum, meistaraliðið TWH Kiel hevði leiðsluna í løtum í báðum hálvleikunum, men steypavinnararnir hingu allatíðina í, og Rhein-Neckar Löwen kundi tryggjað sær sigurin í seinasta minutti.
Fyrst bjargaði eykamálverjin hjá "leyvunum" brotsskasti frá Niklasi Ekberg, síðani fekk liðið brotsskast og kundi skora til +2. Thomás Mrkva bjargaði tó royndini frá týsku stjørnuni Juri Knorr, Kiel fór í álop og Ekberg javnaði til 33-33 í síðsta sekundi.
Mrvka hevði fleiri stórbjargingar gjøgnum dystin, og kekkiski málverjin bjargaði eisini tveimum brotskøstum í brotskastskappingini. Farið var til hesa eftir 60 minuttir - eingin longd leiktíð. Nikla Bilyk rakti yvirleggjaran, men Elias Ellefsen á Skipagøtu, Ekberg og tveir aðrir vóru tryggir, og síðani kundu Filip Jicja og hansara menn fegnast.
Hetta var 13. ferð, at THW Kiel vann týska stórsteypið. Leygardagin snýr tað seg um at royna at fáa fyrstu stigini í Bundesliguni 2023/2024.
Talan var fyrsta almenna dystin hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu í eyðkenda hvíta búnanum. 21-ára gamli hoyvíkingurin varð skýrdur "stórkeypið hjá Kiel" av viðmerkjara, og hann spældi eisini væl teir smáu tjúgu minuttirnar, ið spælskiparin fekk seg royndan. Nummar 71 fell í høvuðsheitinum spælið at flóta væl
Hann byrjaði inni inni, men síðani skoraði føroyingurin tvey mál og legði upp til tvey mál. Umframt hetta hevði Elias tvær heilt góðar fríspælingar, ið ikki góvu mál. Talan var tvey góð standskot, har hoyvíkingurin snýtti annars stinna David Späth í málinum.Týski U21 HM-gullvinnaranum, ið varð kosin besti málverji í tí kappingini fyrr í summar, bjargaði tó eisini eina ferð frá Eliasi.
Elias Ellefsen á Skipagøtu byrjaði ikki á vøllinum, spældi síðani frá 12. minutti og til hálvleiks, og kom innaftur at skjóta brotskast.
Týski stórsteypadysturin 2023
Düsseldorf, 23.08
THW Kiel - Rhein Neckar Löwen 37-36 (eftor brotskøst) 33-33 eftir vanliga leiktíð
Elias Ellefsen á Skipagøtu:
2/3 (mál/skot)
2 upplegg (+ tvær aðrar fríspælingar)
1/1 í brotskastskappingini
Hondbóltur
Elias og Kiel vunnu stórsteypadystin eftir brotskøst
Føroyingurin skoraði tvey mál og legði upp til tvey mál, teir smáu tjúgu minuttirnar hann var á vøllinum. Hann skoraði eisini brotskast, tá tá skuldi avgerast.
Málverjin hjá Kiel gjørdist avgerandi, men Elias Ellefsen á Skipagøtu hevði fingurin við í spælinum í týska stórsteypadystinum (Mynd: Sverri Egholm)
2023-08-23 20:21
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald