Hondbóltur

Elias og Sävehof skuldu dystast móti oddaliðnum í Týsklandi

Magdeburg vitjar í Partille Arena. Talan er um oddadyst í bólki C, sum verður bríkslaður í gongd 17.45.

Elias Ellefsen á Skipagøtu skoraði 14 mál í seinasta dystinum hjá Sävehof - í kvøld verður mótstøðan í heimsflokki

Elias Ellefsen á Skipagøtu skoraði 14 mál í seinasta dystinum hjá Sävehof - í kvøld verður mótstøðan í heimsflokki

2021-12-14 15:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur havt eitt gott kappingarár higartil, og tað hevur lið hansara sum heild eisini havt. Fríggjakvøldið skoraði Elias heili 14 mál, tá IK Sävehof vann við níggju á Redbergslids og harvið legði seg á odda í Handbollsligan.

Í European League gongst eisini væl, og í kvøld verður oddadystur í bólki C, tá Magdeburg vitjar í Partille Arena.

Í síðstu viku vann SC Magdeburg í Hannover móti Jóhan á Plógv Hansen og co, og Magdeburg hevur vunnið allar sínar fjúrtan dystir í Bundesliguni í ár og er harvið oddalið í tí sterkastu deildini í heiminum. Eisini er liðið, við millum annað donskum og norskum profilum, ósigrað í evropeisku kappingini, og eitt stig frammanfyri Sävehof, ið er á 2. plássi.

Tað er harvið ikki hissini mótstøða hjá 19-ára gamla hoyvíkinginum og liðfeløgum hansara í kvøld, og útiliðið er eisini rímiliga greiður favorittur.

Dysturin byrjar 17.45 og kann síggjast á Viaplay og ókeypis á ehftv.com.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder