Heimaliðið, ið var undirtippað, fekk eina dreymabyrjan móti oddaliðnum í Bundesliguni, og sum eisini vann HM fyri lið tíðliga í oktober.
Tá eitt korter var leikt av European League-dystinum í Partille Arena, var støðan 6-2. Kontrálopini hjá Sävehof vóru skørp, og tað vóru nøkur av "skipaðu" álopinum, við Eliasi í høvuðsleikluti, eisini. Hoyvíkingurin skoraði hesa fyrstu løtuna tvey góð mál og legði upp til tvey. Verjuparturin hjá heimaliðnum var tó helst størsti lykilin, og danski málverjin Bertram Obling var framúr: Hann bjargaði fimm av teimum fyrstu sjey skotunum hjá Magdeburg, og í fleiri førum var talan um stórbjargingar.
Obling hevði eisini aðrar góðar bjargingar í hálvleikinum, men Elias og co. fingu ein trupulleika, tá ein annar danskur málverji kom á vøllin. Jannick Green gjørdi stóran mun fyri Magdeburg og dystin. At Elias beint fyri miðjan fyrra hálvleik noyðist út til viðgerð i nakrar minuttir, tók eisini broddin av álopsspælinum hjá heimaliðnum - nakað sum frásøgumaður og viðmerkjari á Viaplay vóru inni á. Føroyingurin fekk ein stoyt í andlitið, tá norski strikuleikarin/miðverjin og landsliðsleikarin Magnus Gullerud royndi at forða honum í at bróta ígjøgnum. Tað eydnaðist, men Gullerud fekk útvísing, Sävehof brotskast og Elias noyddist út at fáa alla høkuna tape'aða. Hetta tók nakrar minuttir, og eftir enn eina harða takkling seint í hálvleikinum fór tape'i av, og føroyingurin noyddist aftur út.
Her síggjast hæddarpunkt frá dystunum
Sävehof var á odda tað mesta av hálvleikinum, men tá steðgur var, var javnleikur.
SC Magdeburg hevur ongan dyst tapt í hesum kappingarárinum, og tað skuldi heldur ikki verða í gjár. Hóast Sävehof fylgdi væl við fyrstu løtuna í seinnu hálvleiki, og eisini kom á odda aftur, so eydnaðist ikki at halda fast. Týska liðið fekk av álvara sítt álopsspæl at koyra, og hóast Elias hevði fleiri góðar fríspælingar, so var tað ov torført hjá Sävehof at fylgja við týska oddaliðnum. Elias skoraði fýra mál uppá sjey skotroyndir og hevði átta upplegg - um viðleikararnir í summum førum vóru skarpari, hevði hann havt fleiri.
IK Sävehof er oddalið í Svøríki. Í European League er liðið framvegis nummar tvey í bólkinum - nú trý stig aftanfyri Magdeburg. Kappingin verður tikin upp aftur í 2022.
European League, 6. umfar
Bólkur C - 14.12
IK Sävehof - SC Magdeburg 26-29 (11-11)
Elias Ellefsen á Skipagøtu: Fýra mál og átta assist.
Fótbóltur
Elias og Sävehof stóðu seg væl móti Magdeburg
19-ára gamli hoyvíkingurin skoraði fýra mál og legði upp til tvífalt so nógv í trý-máls tapinum fyri oddaliðnum í Bundesliguni. Tað at hann noyddist út í tveimum førum í fyrra hálvleiki órógvaði álopsspælið hjá Sävehof.
Elias Ellefsen á Skipagøtu gjørdi vart við seg í European League í gjárkvøldið (Mynd: Sverri Egholm)
2021-12-15 11:54
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald