Hóast trý umfør eru eftir í bólki C í European League, so hevur IK Sävehof tryggjað sær víðari luttøku. Hetta er greitt eftir 30-29 sigurin á útivølli móti La Rioja í gjárkvøldið.
Tað er eisini greitt, at Elias Ellefsen á Skipagøtu er í toppformi, nú stutt eftir at hann er komin aftur eftir skaða í høkuni, og play-off dystirnir við landsliðnum nærkast. Spælskiparin gjørdist toppskjútti í dystinum við heili tíggju málum, og hann skoraði til 30-28 stutt fyri leiklok - dysturin endaði 30-29.
IK Sävehof byrjaði dystin greitt betri, men heimaliðið át seg inn í hann. Í steðginum var støðan 12-16, men í seinna hálvleiki var La Rioja í løtum á odda.
La Rioja liggur í løtuni á fjórða plássi í sponsku deildini og spældi fyri kortum ein tættan dyst móti Barcelona.
Sävehof er svenskur steypavinnari, er oddalið í landskappingini, ið liðið vann í fjør, og nú víðari í Evropa. Spurningurin er so, um Elias og liðfelagirnir megna at taka 2. plássið í bólkinum. Týskvøldið vitjar kroatiska Nexe, ið Sävehof er javnt í stigum við. Tað verður helst ikki møguligt at taka týska Magdeburg aftur, ið svensku meistararnir og styepavinnararnir skulu vitja 1. mars.
Ovast síggjast hæddarpunkt frá dystinum - millum annað trý framúr mál frá Eliasi
Hondbóltur
Elias skein í Spania - Sävehof er víðari
Við tíggju málum - millum annað tí til 30-28 seint í dystinum - gjørdist Elias Ellefsen á Skipagøtu avgerandi fyri Sävehof í gjárkvøldið. Hoyvíkingurin varð toppskjútti í tætta dystinum móti La Rioja.
2022-02-16 10:45
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald