Í gjárkvøldið setti THW Kiel hol á sítt Champions League-kappingarár. Hetta gjørdi týska stórfelagið við rímiliga stórum sigri á RK Zagreb.
Tað endaði 30-23 til Kiel. Í steðginum var munurin eisini sjey mál. Nummar 71 skoraði tvey av málunum hjá útiliðnum og legði upp til eitt. Elias Ellefsen á Skipagøtu spældi eina góða løtu, og hóast hann brendi trý skot, so riggaði ymiskt eisni væl hjá spælskiparanum.
Nøkur hæddarpunkt frá dystinum her - gott mál hjá Eliasi frá 1.18
21-ára gamli hoyvíkingurin fekk harvið sín fyrsta dyst í stóru kappingini í gjár. Sum in.fo vísir á, er Elias fyrsti føroyski landsliðsspælarin í Champions League.
Elias Ellefsen á Skipagøtu er tó ikki fyrsti føroyingurin, sum hevur spælt í fínastu evropeisku kappingini. Jóhan á Plógv Hansen hevur fleiri dystir og eisini fitt av málum fyri Bjerringbro-Silkeborg í Champions League.
Nú spælir Jóhan fyri Flensburg-Handewitt, ið er arvafíggindi hjá júst Kiel. Í síðstu viku vann Flensburg-Handewitt í dramatiskum dysti móti Kiel, har føroyski høgri vongurin á danska landsliðnum skoraði seks mál.
Elias gjørdi fýra mál í tí dystinum, men hann og Kiel hava tapt tveir Bundesliga-dystir á rað. Sunnudagin var tað móti oddaliðnum Melsungen á heimavølli. Nú hevur liðið frí í tvær vikur frá Bundesliguni, meðan krevjandi Champions League-bólkaspælið av álvara kemur í gongd
Átta lið eru í bólkinum, og seks tey fremstu koma víðari. Kiel spælir aftur hóskvøldið 21. september, á heimavølli móti ungarska Pick Szeged.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald