Fótbóltur

Elias toppskjútti í Champions League-sigri

21-ára gamli hoyvíkingurin kom inn í Norðurmakedónia og gjørdi mun fyri THW Kiel í tunga útidystinum við m.a fimm málum. Kiel hevur framvegis fult stigatal í bólkinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-09-27 21:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Frá 0.52 á videobrotinum omanfyri sæst flott fríspæling hjá Eliasi og á 1.22 gróthart og beinrakið undirhondsskot. Nakrar av teimum 12 bjargingunum hjá Bellahcene eru eisini á hæddarpunktunum (Video: Youtube)

--

Kiel var risafavorittur undan dystinum í Norðurmakedónia í kvøld, men talan gjørdist um ein truplan dyst hjá týska liðnum.

Tað var tungt hjá báðum liðunum at fáa álopsspælið at koyra. Verjurnar eydnast væl, og nýggi franski málverjin hjá Kiel, Samir Bellahcene, stóð ógvuliga væl. Avloysarin hjá skadda Vincent Gerard bjargaði 40 prosent av skotunum.

Verjan hjá Eurofarm Pelister var eisini stinn, og um miðjan fyrra hálvleik kom Elias Ellefsen á Skipagøtu á vøllin fyri at fáa meira glið á. Tað eydnaðist til tíðir: Elias hevði nøkur góð upplegg, og føroyski landsliðsspælarin gjørdist javnsettur toppskjútti í Champions League-dystinum við fimm málum.

[object Object]
Elias Ellefsen á Skipagøtu skoraði fimm av teimum 23 málunum hjá Kiel í kvøld og stóð fyri at fáa spælið at koyra væl til tíðir (Mynd: THW Kiel)

Eurofarm hekk í leingi, men at enda vann Kiel við trimum málum. Hetta var triði sigurin av trimum møguligum hjá týska stórfelagnum, sum nú er einasta liðið í bólkinum við fullum stigatali. At enda í topp-tvey í bólkinum gevur beinleiðis atgongd til fjórðingsfinalurnar, og tað er helst tað, sum málið hjá Eliasi og teimum er.

Heili ellivu dystir eru tó eftir í bólkaspælinum. Nú skulu eyguni tó vendast aftur móti Bundesliguni, har Kiel hevur tapt tveir dystir á rað. Trupul dystur er á skránni í Magdeburg leygarkvøldið.

[object Object]
Elias Ellefsen á Skipagøtu var flúgvandi, seinast hann spældi í Magdeburg: Tað var í minniliga HM-sigrinum á Spania við U21-landsliðnum (Mynd: Sverri Egholm)

Champions League, bólkur A
3. umfar mikudagin 27.september
Eurofarm Pelister - THW Kiel 20-23 (9-11) 

Elias Ellefsen á Skipagøtu: 5 mál (7 skot)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder