
Sävehof og Elias Ellefsen á Skipagøtu gjørdust meistarar í Svøríki kappingarárið 2020/2021. Verjan av meistaraheitinum 10. september við javnleiki í Kristianstad, men síðani hevur liðið vunnið allar dystirnar, og eftir útidystin í Hallby í gjárkvøldið er IK Sävehof oddalið við níggju stigum fyri fimm dystir.
Tað stóð á jøvnum í steðginum, men í 2. hálvleiki var útilið omaná. Tá 53 minuttir vórðu leiktir skoraði toppskjúttin Elias á Skipagøtu, so at Sävehof kom á odda við fimm málum, og tað var eisini munurin, tá 60 minuttir vóru leiktir.
Elias skoraði átta ferðir og hevur samanlagt skotið 23 mál í kappingini higartil.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald