Elisabet Vang varð undan hesum kappingarárinum sett í starv sum fysiskur venjari hjá besta mansliðnum hjá KÍ.
Hetta hevur eftir øllum at døma riggað so mikið væl, at samstarvið nú bæði verður longt og víðkað.
- Vit fara at víðka um samstarvið, har Elisabet Vang frameftir kemur at ráðgeva um kost og fysiska venjing í Akademinum og hjá Betri Kvinnum. Hetta hevur við sær, at Elisabet kemur at vera í fulltíðarstarvi hjá KÍ, sigur felagið.
23 ára gamla Elisabet Vang verður verandi í KÍ í øllum førum til og við kappingarárinum 2022.
Elisabet Vang hevur annars verið at sæð á besta kvinnuliðnum hjá B36 (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald