Hon hevur verið burtur, tí hon hevur vant og kappast í USA sum yrkisítróttarfólk innanfyri tað, sum nevnist bikini fitness. Nú flytir Elisabet Vang fyribils aftur til Føroyar, og fer millum annað at fáast við fótbólt aftur.
Hon hevur spælt fyri B36 og føroyska A-landsliðið men gavst eftir kappingarárið í 2020, tí hon gjørdist fysisikur venjari hjá besta mansliðnum hjá KÍ. Í fjør gjørdist uppgávan størri, har Elisabet hevði meira við Betri-kvinnur og ungdómsliðið at gera, umframt stóru uppgávuna við Betri-menn.
Elisabet eftir at hon hevur skorað í Klaksvík fyri B36 (Mynd: Sverri Egholm)
Eliasbet Vang stendur fyri part av venjing í Bodø, í samband við Champions League-dyst í fjør (Mynd: Sverri Egholm)
Seinastu tíðina hevur samband verið millum Elisabet Vang og KÍ, umframt at íhvussu er eitt annað føroyskt felag hevur roynt at fingið fatur á henni. Nú er ein sáttmáli komin uppá pláss í Klaksvík
- Vit eru errin av at kunngerða at Elisabet aftur er ein partur av venjaratoyminum sum fysiskur venjari. Vit hava sera góð úrslit at vísa á frá 2021-2022 tá Elisabet var fysiskur venjari hjá KÍ og gleða okkum til eina spennandi tíð
Soleiðis skrivar KÍ á heimasíðu sínari, í samband við at ein avtala er komin uppá pláss millum partarnar. Tað verður ikki upplýst, hvussu leingi Elisabet Vang verður fysisikur venjari í felagnum á hesum sinni.
KÍ hevur eina rúgvu av dystum fyri framman, og næsta uppgávan er BK Häcken í Champions League í Svøríki. Tað stendur 0-0 eftir fyrra dystin, sum var í gjárkvøldið í Klaksvík.
Elisabet Vang skal nú samstarva við Magne Hoseth (Mynd: Klaksvíkar Ítróttafelag)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald