Hondbóltur

EM-atgongumerkini verða sett til sølu

Á middegi ber til at tryggja sær atgongumerki til EM-endaspælið í januar.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2023-05-17 11:53 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Á middegi verða pakka-atgongumerkini, sum eru tillutaði HSF til dystirnir hjá Føroyum í EM-endaspælinum í januar, til sølu.

Teir tríggir dystirnir hjá Føroyum verða leiktir í Mercedes-Benz Arena í Berlin hósdagin 11. januar, leygardagin 13. januar og mánadagin 15. januar.

Í fyrsta umfari eru tað bara pakka-atgongumerki, sum verða sett til sølu. Hetta merkir atgongd til allar dystirnar í bólkinum hjá Føroyum. Dagsatgongumerki verða sett til sølu 31. mai.

Dystirnir í bólkinum hjá hjá Føroyum liggja soleiðis:

Hósdagin 11. januar: Slovenia – Føroyar og Noreg – Pólland

Leygardagin 13. januar: Føroyar – Noreg og Pólland – Slovenia

Mánadagin 15. januar: Pólland – Føroyar og Slovenia – Noreg

HSF sigur, at ein leinkja verður løgd á heimasíðuna og á Facebooksíðuna hjá teimum við einari kotu.

Við at trýsta á leinkjuna og hareftir kotuna, fæst atgongd til setrini, sum eru løgd av til føroysku áskoðararnar. Til ber í mesta lagi at keypa 10 atgongumerki á gangin. Talan er um atgongumerki í sektión 218 (purpur), 219 (gul), 406 (blá), 407 (blá) og  408 (reyð). Hartil sita føroyingar eisini í sektión 104, 201, 217, og 220. Hesi seinnu eru atgongumerki, sum eru farin til ferðaskrivstovur o.o.

Føroingar fáa omanfyri 2200 atgongumerki til dystirnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder