Hondbóltur

EM: Danmark vann á grannunum í sera spennandi dysti

Donsku kvinnurnar vunnu tepurt á Svøríki í gjárkvøldið; fýra dystir eru nú leiktir í endaspælinum í Fraklandi.

Donsku kvinnurnar í sigursrúsi eftir at Sandra Toft bjargaði svenska brotskastinum í seinasta minutti
(Mynd: EHF)

Donsku kvinnurnar í sigursrúsi eftir at Sandra Toft bjargaði svenska brotskastinum í seinasta minutti (Mynd: EHF)

2018-12-01 10:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Helmingurin av liðunum hava nú verið í eldinum til EM-endaspælið í Fraklandi. Tá dagurin er liðugur, hava øll 16 liðini spælt. 

Í gjárkvøldið brustu grannarnir, Danmark og Svøríki, saman í Nantes. Tað gjørdist ein málríkur og ógvuliga javnur dystur, ið endaði dramatiskt

Svøríki byrjaði væl betri, men Danmark át seg skjótt inn í dystin, og hevði leiðsluna tað mesta av 2. hálvleiki. Liðið hjá Klaus Bruun Jørgensen avgjørdi dystin seinastu sekundini við einum málið frá Trine Østergaard og síðani einari brotskastsbjarging frá Sandru Toft, eftir at Anne Mette Hansen hevði tikið eitt reytt kort fyri liðið. Harvið ein góður og týdningarmikil sigur til Danmark og tað var eisini sera stór frøi eftir seinasta bríksl.

Í hinum dystinum í bólki A vann Serbia at enda greitt á Póllandi, meðan Montenegro kom væl frá byrjan í bólki B. 

Í dag verða fýra dystir leiktir.  

Bólkur A: 
Serbia 2
Danmark 2
Svøríki 0
Pólland 0

Danmark - Svøríki 30-29 (15-16)
Serbia - Pólland 33-26 (13-14)

Bòlkur B:
 
Montenegro 2
Russland 2
Frakland 0
Slovenia 0

Montenegro - Slovenia 36-32 (18-12)
Hóskvøldið: Frakland - Russland 23-26 (11-11)  

Skráin í dag: 
14.00: Ungarn - Holland (Bólkur C)
          Norra - Týskland (Bólkur D)

17.00: Spania - Kroatia (Bólkur C)  
          Romenia - Kekkia (Bólkur D)




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder