EM-endaspælið næsta ár verður spælt í Týsklandi, og UEFA kunngjørdi í gjár, hvørjir vertirnir vera í 2028 og 2032.
Samanlagt er talan um nógvir vertir. Turkaland hevði bjóða seg fram til 2028, men trekti seg í síðstu viku og knýtti seg at Italia. Hesi londini skulu hýsa endaspælinum í 2032.
Italia er evropameistari. Steypið kom í hús á Wembley í juli 2021, tá "Gli Azzuri" vann eftir brotssparkskapping. Júst Ongland verður høvuðsvertir í 2028, og sami leikvøllur skal nýtast til hálvfinalurnar og finaluna tá.
Samanlagt skulu 28 dystir spælast í EM-endaspælinum í Onglandi í 2028. Síðani eru seks dystir (samanlagt 18) á skránni í Skotlandi, Wales og Írlandi, umframt fimm dystir í Norðurírlandi. Hetta skrivar Sky Sports.
Hesir leikvallirnir verða nýttir í 2028:
Wembley Stadium (London) - Hálvfinalur og finala
Tottenham Hotspur Stadium (London)
Etihad Stadium (Manchester)
Everton Stadium (Liverpool)
St James' Park (Newcastle)
Villa Park (Birmingham)
Hampden Park (Glasgow)
Aviva Stadium (Dublin)
Casement Park (Belfast) - Undir umbyggjing
Principality Stadium (Cardiff) - Byrjanardysturin
24 lond verða við. Sum útgangspunkt skulu øll fimm vertslondini spæla um at koma til endaspælið.
Í 2021 vóru dystir spældir í Onglandi og Skotalandi í serstaka EM-endaspælinum. Ongland var einsamallur vertir fyri EM í 1996. Tá vóru 16 lond til endaspælið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald