Hondbóltur

EM: Hálvfinalurnar á skránni í dag

Russland og Frakland eru favorittar at røkka finaluni.

Holland og Rumenia skulu veruliga stríðast fyri finaluplássinum í kvøld
(Mynd: EPA)

Holland og Rumenia skulu veruliga stríðast fyri finaluplássinum í kvøld (Mynd: EPA)

2018-12-14 14:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

EM í Fraklandi verður avgjørt hetta vikuskifti. Í kvøld verður greitt, hvørji lið koma at spæla finaluna sunnudagin.
 
Hálvfinalurnar:
16.30: Russland - Rumenia
20.00: Holland - Frakland

Vertirnir og Rusland vóru í sama innleiðandi bólki, og tey væntað er, at tey hittast aftur í finaluni.

Rumenia er uttan heimsins besta leikara til uppgerðina ímóti russiska liðnum. Cristina Neague fekk ein skaða í krossbandi í høgra knæði móti Ungarn mikudagin, og hetta er sjálvandi ein risastórur missur hjá Rumenia. Russisku kvinnurnar síggja sterkar úr, og rumenar skulu gera ógvuliga nógv rætt fyri at røkka finaluni.

Tað er lagt upp til ein meira spennandi dyst, tá Frakland og Holland bresta saman í kvøld. Tó eru vertirnir í favorittleiklutinum. Heimavøllurin spælir sjálvsagt ein leiklut, men hollendska liðið er spenanndi og hevur bert tapt ímóti Noregi í endaspælinum.

Fyri løtu síðani vann Norra greitt á grannunum úr Svøríki í dystinum um 5.plássið. Hetta kann hava týdning fyri at spæla seg til OL. Norra takk akkurat ikki til hálvfinalurnar, og tað var fyri fyrstu ferð síðani 2000.

Dysturin um 5. plássið: 
Svøríki - Norra 29-38 (14-22)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder